Jól í Norðurlondum

Vælkomin til Norðurlendsku bókmentavikuna!

Undir Norðurlensku bókmentavikuni eru norðurlendskir og baltiskir skúlar og bókasøvn á tremur við upplestri, framsýningum, orðaskifti og mentanarupplivingum. Hóast stødd á hvør sínum stað, taka vit lut í sama tiltaki. Ársins evni er  Jól í Norðurlondum – Vælkomin til Norðurlenska bókmentaviku 2023!

13 – 19 november verður skipað fyri Norðurlendsku bókmentavikuni. Á stóra upplestrardegnum fara ung sum gomul at savnast á skúlum og bókasøvnum um øll Norður- og Baltalond fyri at lurta, tá lisið verður upp úr somu søgubrotum. Sólarris fyri børn og ung byrjar kl. 9 um morgunin. Skýmingarløtan fyri vaksin byrjar kl. 19. Tíðirnar kunnu sjálvandi lagast til, soleiðis sum tað liggur fyri hjá tí einstaka stovninum.

Møguleikarnir undir Norðurlendsku bókmentavikuni eru nógvir. Vit fara við hesari hugskotsskrá at geva dagstovnum, skúlum, bókasøvnum og øðrum mentanarstovnum íblástur til at leggja eina spennandi og fjølbroytta skrá til rættis. Hugskotini eru býtt upp eftir lurtaraskaranum, tvs. børnum, ungum og vaksnum. Vert er tó at nevna, at aldur í hesum sambandi bert er eitt tal, og at hugskotini saktans kunnu vera til íblásturs til tiltøk, ið fara yvir um aldursmark. Ársins evni fyri Norðurlendsku bókmentavikuna er snúningsásin fyri øllum undir vikuni; frá úrvaldu bókunum til upplesturin og til tey ymsu tiltøkini og virksemið annars.

Vit ynskja øllum fyriskipanum og luttakarum nógvar góðar upplivingar undir Norðurlendsku bókmentavikuni  2023!

Góðan lesihug,

Anna Foucard
Verkætlanarleiðari

Jorden

Hesi fáa eina serstaka tøk:

Alfred Arvidsson, Andra Heinat, Anniken Ørndal Iversen, Ásdís Eva Hannesdóttir, Brigita Urmanaite, Cia Numelin, Eilen Anthoniussen, Ieva Hermansone, Marika Lindström, Marjun Patursson, Merete Riber, Mikaela Wickström, Sara Razi Ullah.

Lat onnur fáa lut í tínum upplivingum frá Norðurlendsku bókmentavikuni 2023

Myndirnar skulu á onkran hátt endurspegla ársins evni Dreymar og longsil í Norðurlondum. Kom við, legg myndirnar út á Instagram eller på Facebook og tagga tær við #nordisklitt23.

Fylg okkum á Instagram og Facebook

Fylg Norðurlendsku bókmentavikuni á Instagram og Facebook fyri at fáa fleiri myndir, feskastu kunningina og fyri at síggja hvat, ið er lagt út síðani seinast.

Facebook Instagram

Lesið fyri børnum og ungum

Sólarris

Tað er í lýsingini at lisið verður upp fyri børnum og ungum. Ársins upplestrarbók fyri børn er  klassikarin Emil í Lønnibergi ger spildurnýggj skálkabrøgd eftir Astrid Lindgren.

Øll upplivingin við upplestrinum byrjar longu áðrenn blaðað verður upp í bókini. Við at draga fyri vindeygað, minka um ljósið og tendra livandi ljós, fæst eitt tølandi huglag til løtuna. Bæði lærarar og skúlabókavørðir kunnu lesa upp fyri børnunum. Til ber enntá at bjóða sjónleikararum, rithøvundum ella øðrum við áhuga fyri bókmentum at lesa upp. Um skipað verður fyri upplestri í skúlaflokki hjá teimum ungu, kundi onkur av hesum lisið upp. Um uppvørpa er til taks, kann upplivingin gerast enn ríkari um mynd av bókapermuni, ársins plakat fyri Norðurlensku bókmentavikuna ella myndir úr bókunum, verða víst upp á veggin.

Hugskot ætlað børnum og ungum: Upplestrarløtan

Prátið um tað, ið tit lesa

Greið frá torførum orðum. Lat barnið sleppa at bróta av, har tað sleppur at siga sínar hugsanir, og eggja samstundis til hugflogið hjá barninum. Set einfaldar opnar spurningar fyri at draga barnið inn í upplesturin.

Les í hugnaligum umhvørvi

Rudda borð og stólar til síðis og legg ístaðin koddar og teppi á gólvið til børnini at sita á, meðan lisið verður fyri teimum. Ella ger smá tjøld úr teppum og løkum, sum tit lýsa upp við lummalyktum.

Lesið upp fyri hvørjum øðrum

Brúka Norðurlendsku bókmentavikuna sum høvi til at seta upplestur í brennidepilin. Bið sjálvboðin í skúlaflokkinum um at lesa upp ymsar partar av søgubrotinum úr ársins bók fyri restini av flokkinum. Ven teg við eitt av hinum norðurlendsku málunum við at lesa allan ella ein part av upplestrartekstinum á upprunamálinum. Eitt brot verður lagt út á nordisklitteratur.org 1. november.

Les fyri norðurlendskum vinaflokki

Samstarvið við norðurlendskan vinaflokk, har tit skiftast um at lesa partar av tekstinum fyri hvørjum øðrum í teldupráti. Ella spælið upplesturin inn á ljóðfílu, sum tit síðani privat býta um við vinaflokk.Skilja tit tekstin tá hann verður lisin á móðurmálinum hjá vinaflokkinum? Prátið síðani við hvønn annan um tekstin. Fata tit hann á sama hátt? Kenna tit nakað aftur úr tykkara landi í tekstinum?
Finnið tykkum ein norðurlendskan vinaflokk á nordeniskolen.org!

Samstarva við skúlan ella bókasavnið

Norðurlendsk bókmentavika er gyltur møguleiki at styrkja samstarvið millum skúlar og bókasøvn. Bjóða skúlaflokki til eina løtu við upplestri á bókasavninum ella bjóða einum bókavørði at lesa upp í flokkinum.

Hugskot ætlað børnum og ungum: Ymiskt at gera

Arbeiðið við tekstinum

Arbeiðið við upplestrarbókini bæði undan og eftir upplesturin. Hygg at permuni á bókini og prátið um, hvat ið bókin man snúgva seg um. Eftir upplesturin kunnu tit práta um hvørjar tankar, tit gjørdu tykkum, meðan lisið var upp. Kenna tit tykkum aftur í bókini?

Norðurlendskur krókur á bókasavninum

Innrætta ein krók á bókasavninum við norðurlendskum bókum um veitslur og høgtíðissiðir. Hong ársins plakat upp og set upplestrarbøkurnar fram saman við øðrum norðurlendskum bókmentum, t.d. úr ískoytislistanum. Set tilfar fram, so at vitjandi børnini kunnu tekna og mála við støði í ársins evni og lat síðani tekningarnar gerast partar av framsýningini.

Sigið sjálvi eina søgu

Lat tey ungu finna uppá eina søgu við at uppplesarin byrjar og næsti maður heldur fram. Treytað av, hvussu nógv taka lut og hvussu lætt tað gongur, kann søgan halda fram í eitt ella fleiri umfør, inntil tit eru nøgd við hana.

Feira Emil 60

Kanna føðingardagstilfarið frá svenska forlagnum Rabén & Sjögren - pynta við Emilplakatum, skipa fyri einari skattaveiðu ella bygg verkstaðin hjá Emili. Á hátíðarhaldsssíðuni Emil feirar 60 ár er ein rúgva av tilfari til føðingardagin.

Brúka læruportalin Norden i Skolan

Norden i Skolan er ókeypis læruportalur fyri teir lærarar og næmingar, ið hava hug at arbeiða við evnum sum mál og mentan og/ella veðurlagi og náttúru. Stovna ein profil á nordeniskolen.org og fá atgongd til fjølbroytt tilfar, sum tú kanst brúka undir Norðurlendsku bókmentavikuni. Til dømis liggja  meiri enn 90 norðurlendskir stutt- og heimildarfilmar fyri børn og ung tøkir á heimasíðuni.

Lesið upp fyri vaksnum

Skýming

Skýming er løtan, tá lisið verður fyri vaksnum, og hon verður hildin eftir, at tað er vorðið myrkt í november. Teksturin til upplesturin í ár er ein part av Stargate: ein jólasøga eftir Ingvild H. Rishøi.

Øll upplivingin av upplestrinum byrjar longu innan blaðað verður upp í bókini. Við at draga fyri vindeygað, minka um ljósið og tendra livandi ljós, ber til at skapa eitt tølandi huglag fyri løtuna.

Hugskot ætlað vaksnum: Løtan við upplelstrin

Knýt upplesturin upp í annað virksemi á bókasavninum

Plaga tit at skipa fyri málkafé fyri nýkomnum norðbúgvum, afturvendandi tiltøkum fyri børnum, bindikafé ella lesiringum á bókasavninum? Les upp úr ársins bók ella øðrum norðurlendskum bókmentum og knýt upplesturin við verandi tiltøk í stóra bókmentafelagsskapin tann 13.-19. november.

Rithøvundavitjan

Samskipa upplesturin við rithøvundavitjan og bjóða einum ella fleiri norðurlendskum rithøvundum. Kanska tit kunnu fáa vitjan av einum rithøvundi, ið er tilnevndur Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins ella Barna- og ungdómsbókmentavirðislønina. Fá í lag samrøðu við rithøvund ella lat rithøvundin sjálvan greiða frá sínum rithøvundaverki. Til ber eisini at samskipa rithøvundavitjanina við eitt skriviskeið. Kanska eru onkrir komandi rithøvundar milllum áhoyrarnar?

Orðaskifti – Norðurlendskar bókmentir – hvat er tað?

Tengið Norðurlendsku bókmentavikuna saman við orðaskifti um norðurlendskar bókmentir. Hvat er norðurlendskt? Er nøkur nøkur sereyðkenni ella ávist huglag at finna í norðurlendskum bókmentum? Bjóða einum bókmentafrøðingi ella bókavørði at halda fyrilestur um hugtakið ”norðurlendskar bókmentir”.

Jól í Norðurlondum

Ársins listaverk

Prenta plakatinia